Tryggja borgaranum bestu hjálpartólini

Í morgin bjóðar Almannaverkið til almenna móttøku millum klokkan 15 og 17 í samband við, at nýggja Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðin á Smyrilsvegi 14 í Havn er tikin í nýtslu.

 

Í nýggju Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðini fær Almannaverkið munandi betri hjálpt borgarum í Føroyum við skerdum førleikum. Nýmótans hølini tryggja borgarunum góð og framkomin hjálpartól, málrættaða endurvenjing og røttu umstøðurnar til fakfólk at samstarva um tørvin hjá tí einstaka. 

 

- Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðin fer eisini at geva bæði Almannaverki og kommunum ein skynsamari rakstur, so hvørt sum nýmótans hjálpartól og endurvenjing hjálpa alt fleiri borgarum til eitt innihaldsríkari og meiri sjálvbjargið lív, skrivar Almannastovan í tíðindaskrivi.

Í nýggju hølunum er millum annað ein hjálpartólaframsýning har til ber at royna ymsu tólini, tvær venjingarstovur, royndarkøkur og baðiverilsi, nýmótans hjálpartólagoymsla og verkstaður og skrivstovu- og fundarhøli. 

Í Hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðini starvast 22 starvsfólk. Talan er um fólk, sum hava goymsluna um hendi, teknikarar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og sosialráðgevar. 

Á móttøkuni fríggjadagin 12. februar millum 15 og 17 verður møguleiki at síggja nýinnrættaðu hølini, heilsa uppá starvsfólk og at síggja og royna ymisk hjálpartól.