Tríggir dystir vóru spældir í Atlantic Airways kappingini í dag.
Í Vestmanna vann KÍF 36-27 á VÍF. KÍF var á odda 18-14 í steðginum. Talan var um ein til tíðir væl spældan dyst.
Á Skála vann StÍF 25-15 á Team Klaksvík. StÍF var á odda 12-7 í steðginum. Talan var um ein rættiliga linligan dyst.
Kyndil vann 22-21 á H71 í einum hádramatiskum dysti. Støðan í steðginum var 10-9 til Kyndil.
Støðan í Atlantic Airways kappingini :
1. KÍF 13 dystir 21 stig
2. H71 13 dystir 16 stig
---------------------------------
3. StÍF 13 dystir 15 stig
4. VÍF 13 dystir 15 stig
5. Kyndil 13 dystir 15 stig
6. Neistin 12 dystir 8 stig
7. Team Klaksvik 13 dystir 0 stig