Tryggir sigrar til Frakland og Kroatia

Kroatia og Frakland leggja trýst á Noreg og Pólland í EM millumbólki 1

Tað er púra víðopið millum Pólland, Noreg, Kroatia og Frakland um hvør av teimum vinnur seg í EM-hálvfinaluna í manshondbólti. Samstundis er greitt, at Makedonia og Hvítarussland eru uttan møguleika at vinna seg víðari í kappingini, tí tey standa framvegis við ongum stigi. 

 

Frakland kom aftur á slóðina aftaná tapið ímóti vertstjóðini, Póllandi í innleiðandi bólkaspælinum. Frakland vann fyrr í dag tryggan 34-23 sigur á Hvítarusslandi. Í fyrra hálvleiki spældu fraklendingar, sum ein dreymur, og tá liðini fóru til steðgin var alt avgjørt. Frakland var á odda heili 20-5 í steðginum. Í seinna hálvleiki slapp Hvítarussland at pynta eitt sindur um endaliga úrslitið. Nikola Karabatic gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við átta málum.

 

Kroatia vann eisini ein tryggan sigur á Makedonia fyrr í kvøld. Kroatia vann 34-24, aftaná hálvleiksstøðuna 17-13 til Kroatia.  Ivan Sliskovic gjørdist toppskjútti hjá Kroatia við seks málum.

 

Støðan i EM millumbólki 1 =

 

1Pólland220055:484
2Noreg220063:584
3Kroatia320192:794
4Frakland320189:774
5Makedonia300370:880
6Hvítarussland300371:900

 

Leygardagin verða tveir rimmar dystir. Klokkan 17.15 spæla Frakland og Kroatia. Og klokkan 19.30 spæla Pólland og Noreg.