Tryggingin: Vit høvdu goldið við kassa eitt

Tryggingarfelagið Føroyar ivast ikki í málum, sum málinum við Lívfiskastøðini í Skopun. Vit høvdu goldið við kassa eitt beinanvegin, sigur Hákun Steingrímsson, deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar

- Vit eru til, so at vit kunnu koma inn í myndina, tá óhappini henda.
Hetta sigur Hákun Steingrímsson, deildarstjóri á sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hann vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til málið um Lívfiskastøðina í Skopun, har allur fiskurin doyði leygarmorgunin. Streymslit og telefonslit førdu til óhappið.
- Nú kunnu vit bert taka hugsað dømi. Men vit høvdu goldið við kassa eitt! Vanlig mannagongd er, at meta vit, at grundarlag er at fara víðari við málinum, og finna tey, ið hava skuldina í slíkum óhappum, so koyra vit málið víðari. Vit keypa so at siga kravið, sigur Hákun Steingrímsson.
Í førinum við Lívfiskastøðini í Skopun vil tað siga, at krav kanska hevði verið reist mótvegis Føroya Tele og SEV.
Vit høvdu enntá goldið, um starvsfólk høvdu ábyrgdina og áttu mistøkini. Tað er jú eigarin, ið tryggjar seg ímóti øllum, ið hugsast kann. T.d. tryggjar ein reiðari seg. Um so skiparin siglir á land við vilja, so kann reiðarin ikki lastast fyri tað, sigur Hákun Steingrímsson.
Hákun Steingrímsson sigur, at sjálvsagt kann hann sum tryggingarumboð bert vera glaður fyri, at talan í førinum við Lívfiskastøðini, ikki verður um at gjalda við nakran kassa, tí einki var tryggjað.