Tryggingin í Vági betri umstøður

Tryggingarfelagið Føroyar hevur bygt nýtt í Vàgi, ti tað trýsr upp á eina framtíð á plássinum

Móttøka


Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið eitt nýtt, sermerkt hús at vera í í Vági.
Í tí sambandi bjóðaði tryggingin fríggjadagin viðskiftafólki og annars øllum á móttøku í nýggja húsinum við høvuðsvegin beint í Vági.
Har var ein hópur av fólki komin saman til eitt prát, pinnamat og eitt glas av víni ella djús.
Neil Joensen og Kristina Augustinussen settu dám á við sangi og gittarspæli. Annars syrgdi Pætur Larsen fyri hugnaligum klavertónleiki á móttøkuni og Hannibal og Angela syrgdi fyri, at børnini ikki keddu seg. Tey høvdu eina framførslu í Framtíðini, har børnini eisini fingu ballónir, pitsastykki og ein lítlan pakka í part.
Tað er Marita Weihe, arkitektur, sáli, sum hevur teknað snotiliga og sermerkta húsið mitt í Vági, har Tryggingin nú skal halda til. Annars hevur Jóannes Johannesen hevur staðið fyri arbeiðnum.
Trý fólk arbeiða hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Vági.
Tað er ikki meir enn 25-30 ár síðani, at Tryggingarsamband Føroya, sum tað nevndist tá, læt upp sína fyrstu deild uttanfyri Havnina. Tað var á Skálafirði.
Onnur deldin hjá tryggingini uttanfyri Havnina var tann í Vági, sum læt upp í 1983.
Men so við og við gjørdust Tryggingin greið yvir, at skuldi hin víðka tænastuna í Vági, var neyðugt við nýggjum, nýmótans hølum og tað er úrslitið av tí, sum varð tikið í nýtslu í dag.
 Tá ið vit byggja nýtt hús í Vági er tað sjálvsagt tí at vit trúgvaupp á eina framtíð har suðuri, segði Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingini
Ì sambandi við at nýggja húsið er tikið í nýtslu, brúkti Tryggingin hetta høvi til at handa VB eina peningagávu upp á 20.000 krónur, sum eru markaðar til ungdómsarbeiðið hjá felagnum.