Tryggingin mist 200 milliónir síðan nýggjár

Eins og hjá LÍV kemur stóra partabrævafallið at síggjast aftur á botnlinjuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Bara á tveimum teimum størstu einstøku íløgunum eru 186 milliónir mistar síðan nýggjár

Tryggingarfelagið Føroyar hevur, eins og LÍV, nógvan pening um hendi og stórar upphæddir eru sendar í umfar, til tess at geva vinning av sær. Nógv er sett í virðisbrøv, men stórar upphæddir eru eisini settar í partabrøv.

Størstu einstøku íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar eru Atlantic Petroleum og Grønlandsbanken, sum bæði eru minkaði nógv í virði síðan nýggjár. Tryggingarfelagið eigur 6,6 prosent av Atlantic Petroleum og 14,57 prosent av Grønlandsbanken.

Um hugt verður eftir fallinum á partabrøvunum síðan nýggjár, er talan um ræðandi upphæddir.

Fyrsta januar í ár var virðið á einum partabrævi í Atlantic Petroleum 2050 krónur, meðan tað í dag er vaksið aftur til 1138 krónur, eftir at hava verið heilt niðri á 784 krónur fyri partabrævið.

Síðan nýggjár merkir hetta eitt tap áljóðandi umleið 67,5 milliónir krónur, bara á Atlantic Petroleum.

Tapið á Atlantic Petroleum er tó lítið afturímótu tí á Grønlandsbanken, ið er minkað næstan niður í helvt frá nýggjárinum. Fyrsta januar kostaði eitt partabræv í Grønlandsbanken 929 krónur, og í dag kostar tað 475 krónur.

Fyri Tryggingarfelagið Føroyar merkir hetta eitt kurstap áljóðani umleið 118,5 milliónir síðan nýggjár.

Tilsamans geva hesar báðar íløgurnar eitt hall á 186 milliónir krónur síðan nýggjár.

Afturat teimum báðum íløgunum hevur Tryggingarfelagið Føroyar fleiri smærri íløgur, ið eru spjaddar runt á øllum marknaðinum. Hugsast kann tí, at tapið í ár er omanfyri 200 milliónir krónur, og Gunnar í Liða, ið er forstjóri, viðgongur at hetta eisini kemur at síggjast á roknskapinum í ár.


Órógvar ikki virksemið

Gunnar í Liða er hóast stóru tapini á íløgum í ár bjartskygdur, og metir íløgurnar verða góðar og tryggar.

- Vit hava havt stórt kurstap í ár uppá hasar báðar einstøku íløgurnar, men síðan íløgurnar vóru gjørdar, hava tær lønt seg væl. Marknaðurin er á botni í løtuni, men útlitini eru góð. Atlantic Petroleum er nú farið at framleiða olju, og tað fer at styrkja um raksturin í felagnum. Og um hugt verður eftir Grønlandsbanken, so hevur hann næstan dupult so nógv innlán sum útlán, og hevur tí eitt stórt likviditetsyvirskot og er ein sera sunnur banki, staðfestir Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.