Alarar, ið verða raktir av ILA og tískil eru noyddir slakta fiskin í ringunum, fáa einki endurgjald frá tryggingarfeløgum.
Flestu alarar hava eina trygging móti sjúku, men hon tekur ikki við, um boð koma frá landsdjóralæknanum at taka fiskin. Við øðrum orðum er hon einki verd í sambandi við ILA.
Henda tryggingin er loksins á veg, eftir at Havbúnaðarfelagið við umboðum úr alivinnuni hava samráðst við Tryggingarfelagið Føroyar í eini tvey ár.
Alarar hava saman við landsstýrinum goldið í ein trygdargrunn, har einar 17 milliónir eru í dag. Hesin peningur munar tó lítið samanborið við tað tap, ið alarum er fyri, tá teir verða raktir av ILA. Tí er besta loysnin hjá alarunum at fáa sær eina trygging.
Higartil er eingin peningur útgoldin úr trygdargrunninum, og alarar hava borið byrðuna sjálvir.
Ógreið lóggáva
Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum, sigur, at samráðingarngar byrjaðu, áðrenn ILA varð staðfest á Fuglafirði fyri fyrstu ferð í Føroyum. Reglur og lóggáva á hesum økinum vóru so ógreiðar, og tryggingarfelagið vildi hava greiðar mannagongdir og eina handlingsætlan at halda seg til, áðrenn talan kundi vera um at tekna tryggingar fyri ILA.
Beint eftir tær fyrstu samráðingarnar verður ILA so staðfest á Fuglafirði, og tað kann hava havt við sær, at tryggingarfelagið hvepti seg eitt sindur við at tekna tryggingarnar.
Nú heldur Hans, at alarar skjótt hava møguleika fyri at tekna tryggingar fyri ILA. Treytin er tó, at alibrúkið er ILA frítt, og alarin hevur eina sjálvsábyrgd, so at hann átekur sær ein stóran part av kostnaðinum sjálvur. Hans heldur tó, at henda tryggingin fer at vera á einum rímiligum støði.










