Tryggingin er nú latin upp

OPINLEIKI Tað besta, sum hendi á aðalfundinum var, at nú verður lættari at velja umboðsráð til tryggingina

- Hetta var tað mest hugaliga , sum hendi.
Soleiðis tók Johan Petersen, limur í umboðsráðnum í Tryggingini, til á aðalfundinum í felagnum fríggjadagin.
TF-Holding hevði aðalfund fríggjadagin og har varð eitt uppskot frá Jan Múller, limi í umboðsráðnum, samtykt, sum fer at føra til, at tað verður nógv lættari hjá tryggingartakarunum at fáa ávirkan á felagið.
Higartil hevur skipanin verið soleiðis, at tá ið val hevur verið til umboðsráðið, hava tryggingartakarar verið noyddir at ringja til Tryggingina at biðja um atkvøðuseðlar.
Hetta er ein skipan, ið summir limir í umboðsráðnum hava hildið, er alt ov stirvin og sum teir halda, er ein forðing fyri, at limirnir fáa ávirkan.
- Tað tænir bara einum endamáli og tað er at styðja upp undir eina fatan av, at Tryggingin er eitt afturlatið felag, sum helst ikki vil geva tryggingartakarunum ávirkan, hava umboðsráðslimir ført fram.

Latin upp
Men á aðalfundinum fríggjadagin legði Jan Müller uppskot fram um, at hereftir skulu allir tryggingartakarar fáa atkvøðuseðil sendandi við postinum, hvørja ferð val er.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, sum hevur verið afturvendandi í Umboðsráðnum í nógv ár og sum fleiri limir í Umboðsráðnum hava viljað broytt.
Men tekniskt hevur tað higartil ikki borið til at senda øllum tryggingartakarunum hvør sín atkvøðuseðil.
Men tað letur seg gera nú og tískil varð uppskot lagt fram um at broyta mannagongdina, so at nú fær hvør tryggingartakari atkvøðuseðil, tá ið umboðsráðsval verður.
Tað varð samtykt við tað, at 33 limir í umboðsráðnum atkvøddu fyri og tveir ímóti.
Og hetta varð eftir øllum at døma eitt so týðandi mál, at fólkið á aðalfundinium klappaðu, tá ið úrslitið var greitt.
- Hetta var tað týdningarmesta, sum kundi gera fyri at elva til opinleika og fyri at geva innlit í felagsskapin, segði Johan Petersen.
Men hetta merkir, at tá ið umboðsráð skal veljast í Tryggingini, skulu allir tryggingartakararnir hava atkvøðuseðil sendandi, sum tey, sum hava hug at velja, síðani kunnu fylla út og senda inn aftur.
Talan er um einar 20.000 tryggingartakarar.
Sjálvur sigur Jan Müller, at tað týdningarmesta í hesum sambandi er, at nú fáa allir tryggingartakarar sama møguleika at atkvøða til Umboðsráðið, uttan at vera noyddir at biðja um atkvøðuseðil.