Tryggingin besta básin

Á samkomu í gjárkvøldið umborð á Norrønu, sum var fyri framsýnararnar á Fish Fari í Klaksvík, varð Tryggingarfelagið Føroyar kosið millum áskoðararnar at hava vakrasta básin.

Nr. 2 var BankNordik og nr. 3 var Baader hjá Petur Larsen.

Kaj Dam deildarleiðari í Klaksvík tók í móti heiðursplátuni vegna Tryggingarfelagið Føroyar, ið Dánjal Petur Hansen, stjóri á Fish Fair handaði honum.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu og Landsstýrismaðurin í vinnumálum, John Dahl hildu røðu og fegnaðurs um hetta megnar tiltak, sum eftir øllum sólarteknum hevði eydnast væl. Bæði framsýnarar og gestir vístu á teir framúr góðu karmarnar messan hevði fingið við tveimum samabygdum hallum, sum vóru so snotisligar.

Landsstýrismaðurin vísti á dugnaskapin hjá føroyingum sum serligan innan fiskivinnu, og tí var tað ein sjálvfylgja at skipa fyri slíkum fiskivinnumessum í Føroyum og hevði hoyrt gott frá messuni í Klaksvík.

Messan, sum hevur verið sera væl vitjað, heldur fram í dag afturat til kl 17.00.

Orð og myndir: Dávur Winther