Tá deildirnar hjá Tryggingarfelag Føroyar í Saltangará, Klaksvík og Tvøroyri lata aftur fríggjadagin, er tað seinastu ferð í tríggjar vikur, at viðskiftafólkini fáa møguleikan at vitja avgreiðslurnar á teimum støðunum. Leiðslan í felagnum hevur nevniliga avgjørt, at allar deildirnar uttanfyri Havnina lata aftur í tríggjar vikur.
Forstjórin í felagnum, Regin Hammer, váttar, at deildirnar verða stongdar, men lovar samstundis, at viðskiftafólkini ikki fáa eina verri tænastu fyri tað.
- Deildirnar í Klaksvík, Saltangará og Tvøroyri lata aftur í tríggjar vikur, men viðskiftafólkini fáa altíð fatur á okkum. Okkara kundar fara ikki at merkja mun á tænastuni, og kunnu altíð ringja til okkara.
Sambært forstjóranum, so er talan um eina feriuloysn, og avvísir, at talan er um ein lið at niðurlaga virksemi hjá felagnum kring landið.
- Hetta er ein feriuloysn og ikki ein duld niðurlagan av virkseminum. Hetta er ein avgerð, ið vit tóku nakað síðani. Samfelagið er í dvala og lítið er at gera, so vit steingja nakrar deildir tá, men lata tær uppaftur um tríggjar vikur. Hetta er ein góður máti hjá okkum, at geva fleiri av okkara starvsfólkum ta feriu, ið tey ynskja. Talan er um eina praktiska starvsfólkaloysn, sigur Regin Hammer.