Tryggingin afturlatin

Hóast Tryggingarfelagið Føroyar breggjar sær av størri opinleika og “Corporate Governance”-reglum, verður dult sum mansmorð, hvør stillar upp til umboðsráðið í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Í kvøld hevur verið fundur í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni í Havn, har øll 35, sum eru uppstillað hesaferð, skuldu møta. Men hóast innkallingin legði fólki eina við, at tey máttu møta upp til hesa fyrstu kunningina, komu bara 23 valevni til kunnandi fundin.

– Tað var sum so ein fínur fundur, har Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, og Regin Hammer, stjóri, greiddu frá, og umframt teir var Jógvan Páll Lassen, advokatur, til staðar at svara spurningum, men har bleiv lítið og einki spurt, sigur eitt av valevnunum, sum var á fundinum í kvøld.

– Eg hevði so avgjørt ætlað mær at fingið at vita, hvørji hini vóru, sum vóru uppstillað, men nøvnini á valevnunum rullaðu bara skjótt niðureftir, at tað ikki bar til at síggja, hvørji tey vóru. So sjálvt vit, sum eru uppstillað, kunnu opinbart ikki fáa tað at vita.

Týskvøldið vildi Súni Schwartz Jacobsen hvørki upplýsa, hvussu nógv vóru uppstillað ella hvørji tey vóru, men lovaði, at nøvnini skuldu verða send út, beint sum fundurin í kvøld var liðugur. Men í staðin komu eini jánkaslig sms-boð frá einum marknaðarfólki hjá TF Holding, at “fyri ikki at skapa óneyðugan forvirring hjá veljarunum, sum ikki fáa atkvøðuseðlarnar fyrr enn næsta mikudag, bíða vit til í næstu viku við at koyra listan út.”

Heilt øgiliga pínligt
Freistin at stilla upp til umboðsráðsvalið var úti fríggjadagin í farnu viku, so tí er skjótt ein vika farin, uttan at nakar veit av nøkrum. Tað er í beinleiðis andsøgn til allan tann opinleika, ið “Corporate Governance”-reglur vanliga skulu tryggja, og tað er óhoyrt í Føroyum, tí um tað so er kirkjuráðs-, kommunu- ella løgtingsval, talan er um, verða valevnini almannakunngjørd sum skjótast – og ofta bara minuttir – eftir at freistin er úti.

– At eg mátti heimaftur, uttan at fáa nakað at vita um, hvørji onnur 34 eg skal kappast við, fyri møguliga at enda millum tey 17, ið verða vald, er milt sagt ørkymlandi, sigur valevnið, sum vit hava tosað við, men sum – sjálvandi – ikki ynskir navn sítt fram.

– Um eg nú brádliga komi til at heita á okkurt av hinum valevnunum, sum eg ikki kenni, um at stuðla mær, verður tað jú heilt øgiliga pínligt fyri meg. Men hinvegin havi eg so fingið tað burturúr, at komi eg inn, skal eg stríðast við bæði hond og fót fyri at fáa opinleika í Tryggingina, tí hann finst ikki har, sum nú er.