Ikki øll viðkomandi skjøl vórðu løgd fyri Vinnunevnd Løgtingsins, tá støða skuldi takast til, um LÍV skuldi skipast sum alment partafelag. Hetta vil ein samráðingarbólkur vera við. Bólkin hava fakfeløgini, ið hava sínar eftirlønarskipanir í LÍV, valt.
Løgfrøðingurin hjá landsstýrinum kom til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging var ein almennur stovnur, og tí kundi Landsstýrið umskipað hann til alment partafelag. Samráðingarbólkurin vil hinvegin vera við, at ein annar løgfrøðingur kom til eina aðra niðurstøðu í einum øðrum skjali, sum sigur, at Føroya Lívstrygging er sjálvsognarstovnur. Hetta skjalið varð ikki lagt fyri Løgtingið, vísir bólkurin á, og tí varð viðgerðin ikki var nøktandi. Løgtingssamtyktin er tískil gjørd á skeivum grundarlagi.
Tí hevur bólkurin fyrireikað eina stevning um ólógliga ognartøku og biðið Landsstýrismálanevndina kanna málið. Um hetta ikki gevur úrslit, so fara fakfeløgini at seta á stovn sína egnu eftirlønarskipan.
Vilja hava ávirkan
Í samráðingarbólkinum, sum fakfeløgini hava valt, sita Jógvan Mørkøre, formaður, Andreas Ziska, Leif Ellingsgaard og Gunnleivur Dalsgarð. Ingi Højgaard, advokatur, er samskipari og ráðgevi hjá bólkinum.
Føroya Lívstrygging varð sett á stovn fyri at tryggja eftirlønaruppsparingar, og uttan eftirlønartryggingar hjá fakfeløgum, so var eingin Lívstrygging. Hóast fakfeløgini siga seg eiga 80% av LÍV, hava tey ongan nevndarlim og harvið onga ávirkan. Ynskið hjá teimum er, at tryggingartakarin fær ávirkan í nevndini og sleppur at velja sær nevndarlimir. Tey fílast eisini á, at teir roknskapir, ið verða fyrilagdir, ikki eru nóg nágreiniligir, og at tey ikki fáa innlit í tølini.
Tey vilja hava gjøgnumskygni og ávirkan, tí tey meta seg eiga stovnin. Avlopið er eisini alt ov lítið. Um tryggingartakararnir fingu síni umboð í nevndina, hevði LÍV verið betri rikið.
Samráðingarbólkurin hevur seinasta árið verið í samráðingum við Føroya Landsstýri um at finna eina loysn. Ætlanin var býta LÍV upp í tvey feløg. Eitt eftirlønarfelag og eitt lívstryggingarfelag.
Samráðingarbólkurin sigur, at landsstýrið nú dregur í land aftur og ikki vil geva teimum tær sømdir, sum komið varð ásamt um. Hetta vilja tey ikki lata sær lynda og fara tí víðari við málinum.
Jógvan Mørkøre sigur, at hetta snýr seg um rættin hjá einum fakfelag at hava ein pensjónskassa. Kravið er, at tryggingartakarin velur nevndina og ikki Føroya Landsstýri.