Ognarfelag
Nýggja felagið, ið skal eiga helvtina av partabrøvunum í P/F Føroya Lívstrygging, hevur fingið navnið Ognarfelagið Lív.
Felagið er ein liður í avtalu millum landsstýrið og tryggingartakararnar, har avtalað er, at landsstýrið skal avhenda 50 prosent av partabrøvunum í Lív til felag hjá tryggingartakarunum í hesum árinum.
Umboðsráðið, ið situr, verður eisini umboðsráð í nýggja felagnum, til tey 50 prosentini av partabrøvunum í Lív eru avhendað felagnum. Síðani verður skipað fyri nýggjum vali millum tryggingartakararnar
Formaður í nýggja felagnum er Jógvan Mørkøre og næstformaður er Palli Petersen. Hinir umboðsráðslimirnir eru Leif Ellingsgaard, Andrias Ziska og Gunnleivur Dalgarð.










