Tryggingarnar merkja 11. september

Bæði Tryggingarfelagið Føroya og Trygd hava merkt árinini av yvirgangsatsóknunum 11. september upp á egnan kropp

Trygging

Tá høghúsini í New York rapaðu hin 11. september síðsta ár, fyri góðum fimm mánaðunum síðani, so merkti hetta eisini eitt skrædl í tryggingarheiminum. Stóru og umfatandi skaðarnir settu síni tungu spor hjá rættiliga nógvum tryggingarfeløgum. Harðast gekk tað útyvir eftirtrygginarfyritøkurnar, sum veruliga hava merkt, hvat tað hevur at siga, tá yvirgangsmenn gera um seg.

Eyka útreiðslur
Í ársroknskapinum hjá Trygd, sum kom út fyri kortum, stendur ein serligur partur eftirtryggingar ella Reassurance. Tað er nevniliga soleiðis, at ein góður partur av teimum tryggingum, ið eru teknaðar hjá einum tryggingarfelag verða eftirtryggjaðar í einum størri eftirtryggingarfelag.
Í ársroknskapinum hjá Trygd stendur at lesa, at reassurence er altjóða samanset, og prísurin fyri hetta verður ávirkaður av tí einkulta felagnum, eins og allar tryggingarútreiðslur kring heimin ávirka prísin, ið tryggingarfeløgini skulu gjalda tí størra eftirtryggingarfelagnum.
?Tær ovurhondsstóru endurgjaldsútreiðslurnar, sum vórðu goldnar í sambandi við yvirgangsatsóknirnar í Sambandsríkinum tann 11. september 2001 saman við fleiri ár við vantandi vinningi hjá eftirtryggingarfeløgunum hevur viðført, at gjaldið fyri eftirtrygging er globalt er fari munandi upp. Sostatt eru tey eftirtryggingargjøld, ið Trygd skal gjalda í 2002, farin munandi upp eisini. Hetta vil upp á longri sigt væntast at viðføra hægri tryggingargjøld, skrivar Trygd í ársfrágreiðingini, har tað verður sagt til endans, at felagið framvegis er sikrað við skilagóðari og solidari eftirtrygging.

Royna at halda
Hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er sama skilið. Gunnar í Liða, forstjóri, sigur, at teir, eins og onnur, hava merkt, at tað er vorðið munandi dýrari at verða eftirtryggjaður.
-?Hetta vil í fyrstu atløgu ikki ávirka okkara tryggingartakarar, sigur Gunnar í Liða. Hann greiðir frá, at teir hava fingið skrúvað tað soleiðis saman, at tryggingartakararnir ikki fara at merkja nakað til hetta ? í øllum førum í fyrstu umgangi.
Tað er tó ilt at spáa um, hvussu tað verður í framtíðini.
?Eftirtryggingarfyritøkunar hava nú fingið eitt faktor afturat í yvirgangsatsóknum, og hetta kann lættliga hugsast at gerast dýrt, sigur Gunnar í Liða.
Enn hava føroysku tryggingartakararnir ikki merkt nakað til 11. september, men tað væl hugsast, at hetta kemur at vera ein dagur, ið tryggingartakarin eisini kemur at merkja á pengapunginum.