Tað vóru vegna FÍF Hallur Holm, formaður, og vegna Tryggingarfelagið Føroyar, Maria á Dul, deildarstjóri og Oda Andreasen, marknaðarfólk, íð undirskrivaðu avtaluna, sum inniber, at Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðssponsor hjá FÍF komandi 2 árini.
Frælsur Ítróttur Føroya er sersambandið fyri frælsan ítrótt og hevur tilsamans 6 limafeløg og 1000 limir.
-Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við FÍF og gleðast um, at vit við hesi stuðulsavtaluni kunnu vera við til at menna frælsan ítrótt í Føroyum. Vit sóu til Oyggjaleikirnar á Bermuda, at vit seinastu 2 árini hava ment okkum sera nógv innan frælsan ítrótt og vænta vit at henda menningin fer at halda fram.
Hallur Holm, formaður í FÍF sigur: “Menningin innan frælsa ítróttin hevur verið stór seinnu árini, og við økta virkseminum koma eisini øktar útreiðslur. Avtalan við Tryggingarfelagið Føroyar er avgerandi fyri, at góða gongdin og kann halda fram. Vit fegnast um, at Tryggingarfelagið Føroyar eisini sær møguleikarnar í frælsum ítrótti, og vil vera við til at bera hann enn longur fram á leið.









