– Eitt gott avkast í einum avbjóðandi ári.
Soleiðis skrivar Tryggingarfelaigð Lív í tíðindaskrivi, nú ársúrslit felagsins fyriliggur.
Í einum ári, har flestallar fyritøkur merktu fíggjarligu avleiðingarnar av covid-19 farsóttini, hava kundar hjá LÍV fingið eitt nøktandi avkast á upp til 5,2 prosent. Harumframt hevur kundatilgongdin gjørt tað møguligt, at LÍV kann lækka umsitingarkostnaðin fyri kundar við marknaðarrentu.
2020 byrjaði væl og væntað varð, at góða gongdin í føroyska búskapinum seinnu árini fór at halda fram, men so kom korona-farsóttin og broytti alt. Farsóttin førdi til, at allur heimurin meira ella minni lat aftur. Hetta hendi eisini í Føroyum 12. mars 2020. Hetta hevði ógvusligar avleiðingar við sær. Nógvar vinnur steðgaðu fullkomiliga frá degi til dags. Partabrævamarknaðirnir lækkaðu ógvusligt, og rentan fall nógv fyrstu tveir mánaðirnar av 2020.
– Partabrøvini fullu nógv í fyrru helvt av 2020, og tá valdu vit at hækka partabrævaíløgurnar við tí fyri eyga at fáa ágóðan av hesum, tá prísirnir væntandi fóru upp aftur. Tað gjørdu teir, og tí kunnu vit nú vísa á eitt nøktandi avkast til kundarnar upp til 5,2 prosent, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.
Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava eisini havt gagnliga ávirkan á avkastið til viðskiftafólkini, og felagið ætlar at økja um íløgurnar í Føroyum, um hetta gagnar avkastinum hjá kundunum.
Tryggingarinngjøldini upp og umsitingarkostnaðurin niður
Vøksturin í fólkatalinum og lønarútgjaldinum sæst aftur í samlaðu eftirlønar- og tryggingarinngjøldunum í 2020.
Íalt vórðu inngoldnar 375 mió.kr. í brutto tryggingargjøldum. Hetta er met og svarar til eina hækking á 11,5% í mun til 2019. Økta inngjaldið, hækkandi talið av viðskiftafólkum saman við tálmandi rakstrarkostnaði hevur lagt lunnar undir, at nevndin hevur samtykt enn einaferð at lækka umsitingarkostnaðin á eftirlønaruppsparingini í marknaðarrentu. Fasta árliga gjaldið á kr. 300 er lækkað niður á kr. 240 í 2020.
Samanleggingin av LÍV 1 og LÍV 2 optimerar eisini kapitalstøðuna og fer at gera felagið enn meira kappingarført í framtíðini.
Lága rentustøðið er ein avbjóðing fyri eftirlønarfeløgini og fíggjarmarknaðin sum heild, og lága rentan sæst aftur í hækkandi framtíðar skyldum hjá felagnum.
Nýggj kjarnuskipan
LÍV samtakið hevur í januar 2021 sett í verk nýggja kjarnuskipan, sum fer at økja og betra um tænastuveitingarnar mótvegis kundum og samstarvsfeløgum. Nýggjur kundaportalur verður somuleiðis tikin í brúk seinni í 2021. Við nýggju kjarnuskipanini verður m.a. kynsneutral lívrenta sett í verk seinni í 2021
Nevndin afturvald
Á aðalfundinum 28. apríl bleiv nevndin afturvald. Í nevndini eru: Høgni Olsen, formaður. Hanna í Horni, næstforkvinna. Árni Arge, Súni Selfoss og Kári Petersen, nevndarlimir.
Lyklatøl 2020
Bruttoinngjøld: 375 mió.kr.
Íløguavskast: 129 mió.kr.
Rakstrarkostnaður: 18,5 mió.kr.
Úrslit eftir skatt: -3,2 mió.kr.
Eginogn: 133 mió.kr.
Javni: 3,29 mia.kr.