Tryggingarfelagið – kundin er eigarin

Jonhard Eliasen
----------

Hví skulu vit, kundar í Tryggingarfelagnum Føroyum, eiga partafeløg, ið takast við tryggingar-, eftirlønar- og bankavirksemi? Er endamálið náðileys profit-maximering? Ella er tað tí, at vit sum kundar kunnu fáa rímiligar prísir á tryggingar-, eftirlønar- og bankatænastum?

Tryggingarvirksemi fyri kundan og eigaran
Partafelagið TF Holding eigur fíggjarfyritøkur, sum veita tryggingar-, eftirlønar og bankatænastur. Umframt hetta eisini felag, sum í høvuðsheitum ger íløgur í føroyskt vinnulív og felag, ið eigur fastognir.
Bygnaðurin í samtakinum er lýstur í fylgjandi mynd:

Kjarnuvirksemið hjá Tryggingarsambandi Føroya, sett á stovn í 1940, og sum seinni varð til partafelagið TF Holding, var upprunaliga tryggingarvirksemi. Við tíðini er nógv fæ fingið til vega, sum nú verður brúkt til annað enn tað, ið krevst til sjálvt tryggingarvirksemið. Seinasta dømið um hetta er keypið av 70% av partabrøvunum í EIK og ætlan um at keypa restina, sum frá líður.
At TF Holding í stóran mun hevur ráðini til at gera seg galdandi á øðrum økjum enn tí, sum hevur við tryggingarvirksemi at gera, er greið ábending um, at kundin hevur rindað í meira lagi fyri tryggingartænastur millum ár og dag.
Bankavirksemi og áhugamálini hjá eigaranum
Við keypinum av Eik er TF Holding komið inn á nýtt virksemisøki, sum eisini er merkt av ógjøgnumskygni og vantandi kapping. Duopol-líknandi støðan innan hendan partin av fíggjargeiranum ger, at eisini kundarnir í EIK eru við sviðið soð, hvat rentum og ómaksgjøldum viðvíkur.
Dømi er sethúsalán frá EIK, har árligur kostnaður fyri tíðina er umleið 6%. Lán til sama endamál í Danmark ber til at fáa frá realkredit-feløgum fyri umleið 2%. Hugsa vit um lán áljóðandi 1.500.000 kr við 25 ára livitíð, hevur danski lántakarin fyrstu 10 árini goldið umleið 250.000 kr í rentum. Tann føroyski umleið 740.000 kr. Meir-rentan hjá føroyska lántakaranum er við hesum 490.000 kr. Fyri at rinda hesa meir-upphædd, má lántakarin við verandi lønarskatti forvinna á leið tað tvífaldað. Hetta svarar til fleiri ársinntøkur hjá flestum okkara. Lítil uggi er í rentustuðli, tí hendan rinda vit sjálvi ríkiliga partin av umvegis skattin.
Eigarin krevur rímiligan kostnað vegna kundan!
Kappingarráðið roynir nú at útvega 1.000.000 kr í eykajáttan at kanna ómaksgjøld og rentur hjá føroysku bankunum. Vóni, at slík kanning verður gjørd, men havi ikki stórar vónir um, at kanningin - sum so - kemur at gera støðuna hjá okkum tryggingar- og bankakundum frægari.
Men møguliga kunnu vit, tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum, gera mun, og stuðla tí, sum Kappingarráðið illa megnar at gera fyri okkum. Vit eiga umvegis Ognarfelag Tryggingartakaranna og TF holding mesta partin av (og skjótt allan) EIK-bankan, umframt tryggingar- og eftirlønarfeløg. Vit kunnu velja umboð í Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum virka fyri betri javnvág millum tryggingargjøld, rentur og ómaksgjøld og tað, sum krevst fyri at fíggjarfyritøkurnar hjá okkum hava styrki at bera váðan, sum tengdur er at banka- og tryggingarvirkseminum.
Valevni til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna
Fram til 23. februar fer val fram til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. Veljast skulu 12 limir til umboðsráðið afturat teimum 23 umboðunum, sum nú eru. Eg eri stillaður upp og royni at verða valdur. Umframt at virka fyri nevndu brúkaraáhugamálum, vil eg sum limur í umboðsráðnum, virka fyri størri gjøgnumskygni í tí, sum fer fram í felagnum.
Trupulleikar viðvíkjandi opinleika, skal eg ikki siga stórt um á hesum sinni, annað enn vísa á, at meiriliuti í verandi umboðsráði ynskir at gera tað so torført og tvørligt sum til ber, hjá tryggingartakarum at gera seg galdandi á aðalfundum og í sambandi við val til umboðsráðið. Hesi viðurskifti eru nærri lýst í frálíkari grein hjá valevninum til umboðsráðið, Jóhan Petersen, í bløðunum nú um dagarnar. Greinin ber heitið “Hvat hendir í Tryggingarfelagnum”.
Um tú - tryggingartakari hjá Tryggingarfelagnum Føroyum - ynskir at taka lut í valinum, ið nú fer fram, kanst tú útvega tær atkvøðuseðil við at venda tær til tryggingarfelagið. Hetta skal gerast innan 17. februar. Eg kann eisini hjálpa tær við hesum, um tú sendir mær upplýsingar um navn og bústað til jonhardeliasen@gmail.com.