Tryggingarfelagið Føroyar kunnar miðnámsnæmingar

Javnan tekur Tryggingarfelagið Føroyar inn nýggjar næmingar, sum har kunnu fáa eina góða útbúgving. Nú fer tryggingarfelagið at kunna miðnámsnæmingar um teir mongu framtíðar møguleikar, eitt starv í Tryggingarfelagnum Føroyar gevur

Umleið 120 fólk arbeiða hjá Tryggingarfelagum Føroyar, og tey leggja stjóran dent á at seta nýtt fólk við. Felagið gongur nú nýggjar leiðir til tess at eggja verikisfúsum ungfólki til at søkja lærupláss hjá tryggingini.

Í næstun verða kunnandi fundir fyri miðnámsskúlanæmingar kring landið, so teir kunnu fáa alt at vita um teir mongu framtíðar møguleikar, eitt starv í Tryggingarfelagnum Føroyar kann geva. Eitt lærupláss hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fevnir um eina tvey ára útbúgving, ið gevur góðar møguleikar fyri persónligari menning og víðari starvsmøguleikum í framtíðini.

? Endamálið við tiltakinum er at geva miðnámsskúlanæmingum eitt høvi at fáa alt at vita um teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum fylgja við tí at vera næmingur í Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur Jónsvein Simonsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

? Tá vit søkja eftir næmingum, fáa vit altíð nógvar umsóknir, men fyri tað vilja vit fegin hava enn fleiri at søkja og vísa áhuga fyri okkara útbúgvingarmøguleika. Tað er ikki allir miðnámsskúlanæmingar, ið vita, hvat teir ætla eftir lokið miðnámsskúlaprógv, men við hesum vilja vit í øllum førum geva teimum ein góðan valmøguleika.

Kunningartiltakið vendir sær til síðstaársnæmingar á studentaskúlunum, HF-skeiðunum og handilsskúlunum, og tiltakið verður bæði í Havn, á Kambsdali og í Vági. Í hesum sambandi hevur Tryggingarfelagnum Føroyar havt plakatir og annað kunnandi tilfar frammi á skúlunum, fyri at vekja áhugan hjá miðnámsskúlanæmingum.

Tiltakið verður skipað á tann hátt, at fólk koma at greiða frá og svara spurningum. Helena Dam á Neystabø, dagligur leiðari á Føroya Skúlabókagrunni, fer at greiða alment frá, hvønn týdning tað hevur at útbúgva seg. Síðani greiðir Henning Mikkelsen frá Finanssektorens Uddannelsescenter í Danmark frá tí teoretiska í sambandi við eina tryggingarútbúgving.

Síðani verður eisini ein steðgur, har Tryggingarfelagið Føroyar bjóðar pizza og sodavatn, og eftir steðgin fara so fólk, ið hava verið næmingar og fingið sína útbúgving í Tryggingarfelagnum Føroyum, at greiða frá tí praktiska viðvíkjandi útbúgvingini.