Tryggingarfelagið Føroyar: Kostar tað sama at umvæla gamlan sum nýggjan bil

? Tað er rætt, at tey, sum tekna nýggja trygging fyri ein bil eldri enn frá 1993 fara at rinda meira í trygging, enn tey, sum fyri 1. februar í ár hava teknað slíka trygging.

Eirikur Lindenskov


Hetta siga bæði forstjórin á Tryggingarfelagnum Føroyar, Jens Petur Arge og Niels Juel Akraberg Poulsen frá biltryggingardeildini.

Niels Juel Akraberg Poulsen sigur, at tey, sum í dag eru í skipanin koyra víðari sum um einki var hent. Eingin verandi trygging verður dýrari enn hon er í dag.

? Men tað er rætt, at tað verður dýrari hjá teimum, sum tekna eina nýggja trygging, sigur hann.

Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum skifta tann gamla bilin út við ein annan gamlan bil. Tey tekna tá nýggja trygging, og koma tí undir dýrara gjaldið.

Niels Juel Akraberg Poulsen sigur, at felagið annars fer at gera nakrar flytingar. Tey, sum hava teknað eina skrokktryggin seinastu tvey árini, og tá eru komin á 5. avsláttarstig, verða flutt yvir í 7. stig. Sama verður við teimum, sum fyrr hava havt ábyrgdartrygging, men sum seinasta árið hava teknað eina skrokktrygging. Tey kunnu eftir nýggju skipanini flyta bonusið frá ábyrgd- yvir til skrokktrygging.

Tey, sum lúka hesar treytir, og sum hava koyrt skaðafrítt, verða automatiskt flutt yvir í nýggju skipanina - og fáa sama ágóðan, sum tey, ið tekna ta tryggingina í dag, sigur Niels Juel Akraberg Poulsen.

? Tey fáa bræv um hetta ein av komandi døgunum.

Niels Juel Akraberg Poulsen sigur, at tryggingarfeløg aðrastaðni eisini hava slept aldursfrádráttinum, tí tað kostar tað sama at umvæla ein gamlan bil sum ein nýggjan bil. Hann kennir argumentini um, at til ber at umvæla bilar við brúktum lutum ella sokallaðum »piratlutum«, men veruleikin er, at tryggingarfelagið keypir teir lutir, sum eru á føroyska marknaðin - og at teir kosta tað sama, um bilurin er nýggjur ella gamal.

Hann váttar, at tað verður nógv dýrari at tryggja gomlu bilarnar av nýggjum - og at hetta er tí, at aldursfrádrátturin er sleptur.

Men hann leggur afturat, at onkur formur fyri aldursfrádrátt helst verður fingin innaftur í skipanina seinni - kanska við einum ella tveimum trinum.

? Men hann verður ongantíð tann sami, sum hann hevur verið, sigur hann.

Tey, ið vilja vita meira um tryggingarprísirnar, kunnu hyggja á internetið á www.trygging.fo har tryggingarfelagið upplýsir gomlu og nýggju prísirnar