Tryggingarfelag broytir uppsagnarfreistir

Tryggingarfelagið Føroyar hevur broytt uppsagnarfreistirnar á privatum tyggingum og staðfestir angringarrættin.Sambært felagnum, er hetta ein liður í arbeiðinum at veita eina so kundavinarliga tænastu sum gjørligt. ? Frammanundan hava uppsagnarfreistir fyri privatar tryggingar verið ymiskar, men nú kunnu allar brúkaratryggingar sigast upp til mánaðarlok við 30 daga freist, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum í tíðindaskrivi.

Felagið vísir á, at møguleiki er eisini fyri at angra, at ein trygging er teknað, og skal kundin tá boða skrivliga frá hesum, áðrenn 14 dagar eru farnir.

- Við hesum broytingum hevur tryggingartakarin størri ávirkan á síni egnu tryggingarviðurskifti, sigur Gunnar í Liða, forstjóri.

Nýggja uppsagnarfreistin og angringarrætturin eru galdandi fyri allar privatar tryggingar uttan tær, sum eru teknaðar fyri eitt tíðarskeið, ið er ein mánað ella styttri.

Serligar lógarreglur eru tó galdandi fyri bygningsbrunatrygging og lógarásettar ábyrgdartryggingar. Hesar tryggingar kunnu í flestu førum ikki sigast upp uttan, at onnur trygging kemur í staðin.