Tryggingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Feløgini í Samtak - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag - hava gjørt sínámillum avtalu um tryggingar, sum kemur í gildi 1. juli 2009.
Tað vóru Jan Højgaard, Hans Joensen og Ingeborg Vinther, ið undirskrivaðu avtaluna herfyri á einum felags evnisdegi um tryggingar og pensjónir, ið Samtak helt í Runavík.
Tryggingaravtalan merkir, at limir hjá feløgunum frítt kunna ferðast millum arbeiðsøki hjá hvør øðrum uttan at skula hugsa um, at tey møguliga missa rættin til lokaupphæddina. Fyri at fáa lokaupphædd útgoldna við 67 ára aldur er treytin hjá øllum trimum feløgunum, at tú skalt hava verið limur í nøkur ár út í eitt áðrenn tú gerst 67 ár.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava havt felags trygging í nøkur ár, sum fevnir um deyða, álvarsama sjúku, álvarsama sjúku hjá barni umframt lokaupphædd. Fiskimannafelagið hevur egna trygging sum fevnir um deyða, álvarsama sjúku, álvarsama sjúku hjá barni, lokaupphædd umframt at hjúnafelagin er tryggjaður.
Ferðast millum marknaðir uttan miss
Áðrenn tryggingaravtalan kom í gildi hevur tað verið trupult hjá limum at ferðast ímillum arbeiðsøkið hjá fiskimannafelagnum og arbeiðarafeløgunum, tí ein persónur, ið hevði nátt ein ávísan aldur kundi missa rættin til lokaútgjaldið. Treytin fyri at fáa lokaútgjaldið í 2009 hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag er, at tú skalt hava havt limaskap í feløgunum í minst 10 ár út í eitt og rinda seinastu 9 árini, tá ið tú gerst 67 ár. Í fiskimannafelagnum eru treytirnar nakað linari, men áramálið veksur hvørt ár.
Tryggingaravtalan merkir, at um ein limur ið er eldri enn 56 ár skiftir arbeiðsstað, kanska um viðkomandi fer frá at vera sjómaður til at arbeiða á landi innanfyri arbeiðsøki hjá Føroya Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðsmannafelag, so skal viðkomandi gerast limur í arbeiðarafelagnum, men kortini halda fram í tryggingini hjá fiskimannafelagnum.
Tey trý feløgini fegnast um tryggingaravtaluna, og ætla komandi mánaðirnar at lýsa við fleiri felagstilboðum til limirnar, ið er við í feløgunum í Samtak.