Tryggingar stuðla sløkkiliði

BJARGING: Saman við tryggingarfeløgunum keypir Tórshavnar Sløkkilið nýtt tól, sum kann bjarga mannalívum

 

Tólið kallast Fire Flair, og tað kann mála hitamunir og gevur sløkkiliðsmanninum eina neyva litmynd av ríminum, og kann hann soleiðis síggja fólk, sum er í rúmi, hóast svart er í royki.

Tólið vísir eisini, um t.d. eldur er inni undir einum taki ella aftan fyri ein vegg, og hetta ger tað lættari hjá sløkkiliðnum miðvíst at basa eldi uttan at gera óneyðugan skaða, somuleiðis sum vissa kann fáast fyri, at eldurin er sløktur.

Hetta hevur sjálvandi áhuga hjá tryggingarfeløgunum báðum, tí hetta er við til at avmarka skaðar, sum feløgini skulu endurrinda.

Tryggingarfeløgini koma eisini ofta út fyri, at rør, sum í húsum liggja fjald millum skins og hold og undir vaðingum, leka og kunnu elva til stórar og dýrar skaðar. Í tílíkum førum verður tólið til stóra hjálp, tí tólið finnur ikki bara fram til lekan frá fjalda rørinum, mein vísi reisini, hvar lekin er. Tá ber til at umvæla skaðan uttan at bróta óneyðugt niður innan í húsum.