Tryggingar hyggja við á FB

Dømini eru nú fleiri um, at tryggingar nokta at gjalda tryggingargjald eftir at hava verið inni á Facebooksíðum hjá tryggingartakarum og sneytað. Dømi hava leingi verið at frætt úr øllum heiminum, og nú er fyrsta danska dømið eisini komið fyri ein dag. Herfyri varð ein hondtaska stolin á einum diskotekið, og kvinnan meldaði tilburðin til tryggingina.

 

Tryggingin noktaði tó at gjalda, eftir at starvsfólk høvdu verið inni á Facebook síðuni hjá kvinnuni, har hon hevði kjakast við vinfólk um tilburðin á diskotekinum.

 

Tryggingarfelagið metti ikki, at hennara frágreiðing á Facebook ikki samsvaraði við tað, sum hon hevði boðað teimum frá, og tískil fekk hon einki endurgjald.

 

Serfrøðingar í brúkarafeløgum hava hartað hendingina, tí hetta er týðiliga eitt brot á reglurnarnar um privatan frið.