Trygging stuðlar samarittum hjá Reyða Krossi

Í dag hava Samarittarnir hjá Reyða Krossi Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar undirskrivað eina trý ára samstarvsavtalu.

Reyði Krossur Føroya arbeiðir miðvíst fyri at stuðla alheims hjálpararbeiðinum hjá Altjóða Reyða Krossi og skipar fyri átøkum og tiltøkum fyri tey, ið eru mest viðkvom í Føroyum.

Samarittarnir hjá Reyða Krossi hjálpa við nógvum ymiskum, alt frá smásnuddum til størri skaðar, og kunnu teir geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og vakthavandi.

Samarittarnir arbeiða sjálvbodnir og eru útbúnir innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp. Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi. Samarittarnir eru altíð sjónliga tilstaðar, og á hendan hátt økja teir um tryggleikan á staðnum.

– Í øllum tí, sum Samarittarnir gera, er tryggleikin í hásæti, og við nýggja samstarvinum, verður møguligt hjá okkum at tryggja luttakararnar á ymisku tiltøkunum kring landi enn betri, sigur Siri Tórgarð, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya.

– Somuleiðis sum visiónin hjá Samarittunum hjá Reyða Krossi er at skapa tryggleika, er missiónin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum at skapa tryggleika. Vit frøast um, at vit nú saman við samarittunum hjá Reyða Krossi kunnu skapa tryggleika til alskins tiltøk, kring landið saman við teimum, sigur Maria á Dul, deildarstjóri hjá TF Holding.

Á myndini síggjast Maria á Dul, deildarstjóri hjá TF Holding og Siri Tórgarð, aðalskrivari hjá Reyða Krossi Føroya