Virksemi er nú aftur í bygninginum, sum Føroya Sparikassi átti og helt til í í Sandavági. Tryggingarfelagið Føroyar hevur keypt hann og er flutt inn við deildini í Vágum. Trý fólk starvast á deildini.
Fríggjadagin fyri hvítusunnu var samkoma í nýggju tryggingarhølunum í Sandavági.
Mortan Poulsen, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum, helt røðu, har hann greiddi frá, at felagið eina tíð hevði leitað eftir betri egnaðum hølum enn teimum, felagið hevur hildið til í í Miðvági.
Funnið varð fram til hesi hølini í Sandavági, sum Føroya Sparikassi átti. Gjørt varð av at keypa húsini og flyta skrivstovuna úr Miðvági til Sandavágs.
?Tryggingarfelagið hevur nú funnið høli, sum eru væl egnað til endamálið, segði Mortan Poulsen, og vísti á, at hetta var grundin til, at flutt varð júst til Sandavágs.
?Tað kundi tað sama verið hvar sum helst aðrastaðni í oynni, segði hann.
Í samband við, at trygingin hevur latið upp í egnum hølum, varð eisini gjørt av at lata eina gávu til eitthvørt endamál, ið hevði við oynna alla at gera.
Gjørt varð av, at lata Vága Dansifelag eina peningagávu, sum brúkast skal í samband við umvæling av felagshúsunum hjá Dansifelagnum, Beitishúsunum í Miðvági.
Formaðurin í Vága Dansifelag tók móti gávuni, sum var ein kekkur áljóðandi 20.000,- krónur, og segði í takkarrøðu síni, at peningurin fór at verða nýttur til at leggja nýtt tak á húsini.
Eisini til børnini var okkurt hendan dagin, tryggingin flutti til Sandavágs.
á økinum uttan fyri bygningin var undirhald við klovnum og búktalarum, sum børnini í dagstovnunum í Vágum stuttleikaðu sær óført saman við. Eisini fingu tey ballónir og okkurt drekkandi sum minni um hesa vitjan í Sandavági.