Trygging av Trøllanestunlinum

Arbeiðið at bøta um trygdina í Trøllanestunlinum er nú komið væl áleiðis. Tunnilin er nú útgjørdur við eldsløkkjarum, rýmingarljósi og skeltaðum rýmingarvegi, boðar Landsverk frá.

Landsverk hevur í ár eina játtan til tunnlarnar í Kalsoynni. Arbeiðið at seta upp ljós og eldsløkkjarar í Trøllanestunlinum kostar umleið 700.000 krónur.

Tað er lítið av ferðslu í Trøllanestunlinum, og fyri verandi játtan hevur Landsverk valt ein trygdarstandard, sum er hóskandi til slíkt ferðslumynstur, sum betrar munandi um trygdina hjá teimum ferðandi.

Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á vegadeildini hjá Landsverki, sigur, at nú verður lættari at finna út, um bilurin steðgar upp inni í tunlinum.

Raksturin av ljósinum er mettur til umleið 5.000 krónur um árið.

Roynist tryggingin av Trøllanestunlinum væl, er ætlanin at fáa somu skipan í hinar smáu tunlarnar í landinum, boðar Landsverk frá.