Trygging av handverksfyritøkum

Oljubólkurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum hevur síðan fyrst í juli arbeitt saman við Oljumálastýrinum og Vinnumálastýrinum um vinnuligu ásetingarnar í samband við 1. útbjóðingarumfar á Føroyskum øki. Á kunnandi fundi týsdagin í farnu viku var vinnan kunna um gongdina fram til 1. útbjóðingarumfarið.

Trygging av handverksfyritøkum er í dag ein urskógur av ymiskum tryggingum. Til dømis skal ein maskinverkstaður teknað 15 ymiskar tryggingar fyri at hava tær neyðugu tryggingarnar. Hetta er sera ótrygt, tí at tað lættliga kann koma fyri, at ein trygging dettur burtur ímillum.

Føroya Handverksmeistarafelag hevur tí í skrivi heitt á Tryggingarfelagið Føroyar um at skipa soleiðis fyri, at handverksmeistarar fáa eina tryggingarskipan, sum er einføld og lætt at hava við at gera. Hetta kundi t.d. verið eitt slag av pakkatryggingum ella líknandi.