Tryggið ferðina

Nú summarfrítíðin er í hæddini, og fólk fara út í heim at ferðast, er umráðandi at hava tryggingarviðurskiftini í lagi, sigur tryggingarfelagið Trygd í tíðindaskrivi

 

Ferðatryggingar

Tryggingarfelagið Trygd minnir í tíðindaskrivum um dagarnar fólk á, at skilagott er at tryggja seg, áðrenn farið verður í útheimin at ferðast.

Um tú fert at ferðast í einum vanligum ferðalagi, er skilagott at hava vanliga ferðatrygging, sum gevur tær rætt til ymisk ting, tú annars skalt gjalda fyri, um eitthvørt hendir á ferðini.

Verður tú til dømis sjúkur og noyðist undir læknahond, fyri ikki at tala um sjúkrahús, kann tað gerast ein kostnaðarmikil søga, um eingin ferðatrygging er teknað, vísir Trygd á.

Sagt verður, at ferðatyrggingin kann teknast sum ískoyti til familjutrygging ella sum einstaklingatrygging til ta ávísu ferðina.

Eisini tey, sum fara at ferðast við egnum bili, eiga at hugsa um trygdina, áðrenn farið verður. Neyðugt er við bæði grønum og reyðum kortum fleiri staðni úti í heimi.

Í Danmark, Noreg og Svøríki, eru kortini ikki kravd, meðan tilmælt verður at hava tey, um farið verður til stóran part av Europa annars, og kravt verður, at tey skulu vera við í ávísum øðrum londum. Og so eru uppaftur onnur lond, har tey als einki virði hava. Eru ógyldug.

Verður farið til Íslands, ES og Miðeuropa, verður tilrátt at hava grøna kortið við. Eystureuropa krevur tað, meðan tað er ógyldugt í eitt nú Russlandi og Jugoslavia.

Men alt hetta fæst nágreiniligt at vita um, tá ein vendir sær til tryggingarstovurnar.