Tryggast við 80 km/t

Hóast fólk føra fram, at hægri hámarksferð hevði skapt javnari ferð og tryggari ferðslu, eru tað ikki ein gongd leið í Føroyum, heldur stjórin fyri Ferðslutrygd

”Hækkið hámarksferðina, og vit fáa størri ferðslutrygd.”


Tað hoyrist javnan millum fólk og varð ført fram í Tíðargrein í Sosialinum farna vikuskiftið. Boðskapurin er tann, og øll koyra kortini 90 km/t , og tí skal tað geast lógligt. Bilarnir og vegirnir eru vorðnir tryggari, og aðrastaðni hevur hægri hámarksferð havt við sær færri ferðsluóhapp, tí ferðslan verður javnari.
 
Brynhild Høgnadóttir, ið eru stjóri fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, viðger í Tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið ferðina í ferðsluni í Føroyum, og hennara niðurstøða er, at hámarksferðin í Føroyum eigur ikki at hækkast.


- Stórur parturin av føroyska landsvegakervinum er bygt til 80 km/t. Samanumtikið verður tað ikki mett ráðiligt at seta hámarksferðina upp, og so vóna, at tey sum koyra seinni enn 80, nú fara at koyra 90 km/t, og tey sum í dag koyra skjótari enn 90 km/t fara at halda hámarksferðina. Hetta fyri at fáa eina javna ferðslu uttan frávik. Hinvegin verður mett, at fyrimunirnir við at seta upp hámarksferðina ikki eru so stórir, at teir kunnu viga upp ímóti økta vandanum, skrivar Brynhild Høgnadóttir í greinini.


Tíðargreinin hjá Brynhild Høgnadóttir kann lesast í Sosialinum, sum kom út í gjár.