Tryggast at læna norðmonnum pengar

Ein meting hjá greiningarfyritøkuni CMA Datavision sigur, at Noreg er tað tryggasta landið, tá tað snýr seg um at veita londum lán. Noreg var eisini á ovasta plássi í fjør. Á teimum næstu plássunum koma Finnland, Svøríki, USA og Sveis.

Tey londini, sum sambært CMA Datavision eru tey ótryggastu sum lántakarar, eru Grikkaland, Venesuela og Írland.

Fyritøkan rósar Argentina og Letlandi fyri at hava fingið eitt munandi betri umdømi sum lántakarar tað seinasta árið. Hinvegin hevur framgongdin ikki verið so stór í Belgia, Niðurlondum, Týsklandi, Spania og Fraklandi, sigur CMA Datavision.