Tryggari umstøður til ungdómin

Tórshavnar Kommuna hevur lagt nógv til fyri at skapa teir bestu karmarnar fyri okkara børn og ungu borgarar. Margarinufabrikkin er eitt gott dømi uppá ein sera góðan og virknan stovn fyri børn og ung.

 

Men vit hava enn ein bólk av ungum, sum ikki hava eitt stað at uppihalda sær, og tað eru tey 15-18 ára gomlu. Tey eru blivin ov gomul til tilboðini sum eru, og tískil uppihalda tey sær um kvøldarnar og út á náttina úti á gøtunum í miðbýnum uttan møguleika fyri einum staðið, ið tey kunnu kalla teirra at fara til.

 

Sum mamma at einum 16 ára gomlum síggi eg trupulleikan við, at tey ungu ikki hava eitt stað at savnast. – Tey hittast sjálvandi heima hjá hvørjum øðrum, men tað vita vit sum foreldur, at tað tíma tey ikki altíð. Tí vil eg fegin virka fyri, at vit fáa eitt stað til henda partin av ungdóminum, sum onkursvegna er gloymdur.

 

Tað er skjótt, at tey verða ávirkað neiliga, um tey vála úti á gøtuni um kvøldarnar. Undir øllum umstøðum, hevði tað kenst tryggari fyri foreldrini, um ungdómurin hevði haft somu umstøður at fara inn eitt stað, har viðurskiftini eru skipað og trygg, á sama hátt sum tey 18 ár og eldri.

 

Hugsa um hetta, tá tú velur umboð í býráðið í Tórshavn 8. November 2016

 

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann
Valevni hjá Javnaðarflokkinum