Tryggari karmar um DJ-showið

Hans Albert Hansen
Hoyvík
Valevni sambandsfloksins
www.hansalbert.com

DJ-showið í Gundadalshøllini er væl umtøkt millm okkara ungu. Tað er gleðiligt at kreftir eru, ið taka stig til hetta, og tað skulu fyriskipararnir hava tøkk fyri. Tað er tann yngri aldursbólkurin, ið fer til hesi DJ-Show, og tí er skilligt at nógv foreldur kenna ampa á sær, tá tey ungu eru í býnum.
Fleiri av hesum ungu búgva í útjaðaraøkjunum, og tí eigur náttar-bussur at koyra til út-jaðaraøkini eftir dans-in, so foreldrini vita, at ungdómurin kemur tryggur heim og ikki skulu óttast fyri, um tey fara í onkran tilvildarligan bil ella upp á ein scootara og út í náttarferðsluna. Eisini eigur at verða umhugsað, um tað ikki hevði verið meiri hóskandi, um DJ-showið byrjaði og endaði eitt sindur fyrr um kvøldarnar. Hesum vil eg geva størri gætur.