Nú verður tryggari í ferðsluni í Vági um morgnarnar.
Tað er greitt, eftir at avtala er gjørd við bilførarar á vørubilum, sum ofta standa við handlar við høvuðsvegin og avskipa.
Vágs Kommuna sigur, at fleiri dagar um vikuna er støðan nevniliga tann, at stórir bilar avskipa vørur til handlar og fyritøkur við høvuðsvegin.
Viðhvørt elvir tað til nakað av ótryggleika í tíðarskeiðinum rundan um klokkan átta, tá ið ferðslan er serliga nógv í sambandi við, at fólk fara til arbeiðis og børn í skúla, samstundis sum stórir vørubilar standa á høvuðsvegnum og avskipa vøru.
Trupulleikin er so mikið stórur, at ferðslunevndin í Vági, har eisini løgreglaner umboðað, hevur tikið málið upp.
- Løgreglan hevur nú avtalað við bilførarar um at skipa vøruavgreiðsluna soleiðis, at avskipað verður áðrenn klokkan 7.30 á morgni ella eftir klokkan 8.30, áðrenn og eftir at tann nógva ferðslan er um morgunin, sigur kommunan.
Harafturat er avtalað, at har tað ber til, skulu vørubilar brúka parkeringsplássini, tá ið teir avskipað.
Í Ferðslunevndini hjá Vágs kommunu eru Danjal Bjarkhamar, Poul W. Augustinussen, Tórður Poulsen, og Johannes Magnussen, løgreglumaður.
Myndina av høvuðsvegnum í Vági, hevur Erik Christensen tikið.