Vitjunatænastan til tey gomlu í Tórshavnar Kommunum, fær nú meiri pengar at arbeiða við.
Tað er greitt, nú býráðið hóskvøldið samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Vitjunartænastan, sum tey kalla Heilræðið, er mannað við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum, einum ergoterapeuti og einum fysioterapeuti.
Endamálið er at vitja øll tey eldru í kommununi yvir 75 ár, tvær ferðir um árið.
Men í serstøkum førum vitja tey eisini fólk, sum eru yngri enn 75, eitt nú minnisveik.
- Men skipanin er komin undir trýst, tí tey eldri verða fleiri og fleiri staðfestir Sigrún Mohr, limur í Trivnaðarnevndini hjá býráðslimur í Havn.
Samstundis knípti at fáa stundir til at vitja tey gomlu tvær ferðir um árið, soleiðis sum endamálið er.
Hon sigur, at støðan varð nú komin hartil, at antin fekk Heilræðið hægri játtan, ella máttu tey hækka aldursmarkið hjá teimum, sum fingu vitjan, úr 75 ár, upp í 80 ár.
Men nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er samtykt, hevur býráðið eisini samtykt at hækka játtanina til Heilræðið 300.000 krónur.
Peningurin skal brúkast til at seta eitt fólk afturat í starv, so at tey sleppa undan at hækka aldursmarkið, sigur Sigrún Mohr.
Hon sigur, at talan er um eitt tilboð til tey eldru í kommununi, sum hon heldur hevur stóran týdning.
Á vitjanini gera tey í Heilræðið sær eina meting av støðuni heima og av heilsustøðuni og er tað neyðugt, kunnu tey seta ymsar fyriskipanir í verk.
Men endamálið við Heilræðið er meiri føltáttað enn so, tí tey skipa eisini fyri samrøðubólkum umframt at tey ráðgeva teimum eldru, sjúku, og teirra avvarðandi.
Tey skipa eisini fyri fimleiki fyri tey eldru, umframt serlig venjingartilboð til fólk við parkinson, beinbroyskni og øðrum.
Og nú hava tey serliga lagt dent á fyriskipanir í sambandi við diabetis.
Sigrún Mohr heldur, at tey hava ein serliga stóran fyribyrgjandi týdning, men tað er ein stórur tryggleiki í hesi skipanini, eins og hon eisini hevur ein sosialan týdning.
- Tað hevur býráðið ásannað og sostatt er játtanin hækkað, sigur Sigrún Mohr.
Á myndini er Sigrún Mohr fremst á myndini, undir liðini á Helenu Dam á Neystabø og Levi Mørk, sum hevur sæti í býráðnum fyri Bjørghild Djurhuus, sum er í farloyvi. |










