Vágs Kommuna fer nú at gera tað tryggari hjá skúlabørnum í Vági at koyra við bussunum.
Sum er steðga bussarnir til báðar skúlarnar, báði kommunuskúlan og miðnámskúlan, á parkeringsplássinum niðanfyri kommunuskúlan. Viðhvørt steðgar hann eisini á sjálvum vegnum, táið hitt ikki liggur fyri.
Men í báðum førum ber tað í sær, at børnini og næmingarnir í miðnámsskúlanum skulu tvørtur um høvuðsvegin í Vági fyri at sleppa upp í bussin.
Tað førir mangan við sær, at har er ein sannur ruðulleiki av skúlabørnum og bilum, hvørt um annað og tað er mangan at undrast á, at onki hendir.
Men hetta verður nú bøtt um. Býráðið hevur samtykt at grava út omanfyri vegin, beint undir gomlu kommunuhúsunum og undir Miðnámsskúlanum, og at gera eitt stórt busspláss har.
Tað fer so at bera í sær, at skúlabørnini sleppa undan at fara tvørturum vegin fyri at sleppa upp í skúlan. Ætlanin skal nú góðkennast í landsstýrinum, tí tað eigur ein part av stykkinum. Verður ætlanin góðkent, verður verður farið undir arbeiðið komandi ár. Alt bussplássið kostar einar 300.000 kr., men ætlanin er ikki at gera alt ísenn.