Tryggari ferðsla eftir Norðoyatunnilin

Royndirnar hjá løgregluni eru, at ferðslan gjørdist tryggari, eftir at Vágatunnilin læt upp. Óttin fyri ikki at náa ferjuna er burtur og við tí eisini vandin, sum stóðst av hasardkoyringini og longu bilrøðunum

"Fyri og eftir Norðoyatunnilin" var heitið á fundinum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði fyri í Miðlahúsinum týskvøldið.

Jan Fossaberg og Jan Poulsen politistar vænta, at vandin fyri ferðsluvanlukkum fer at minka, tá Norðoytatunnilin letur upp. Í hvussu er vóru teir báðir á einum máli um, at ferðslan gjørdist tryggari, eftir at Vágatunnilin læt upp.

Áðrenn Vágatunnilin sóust bilar ofta koyra við rúkandi ferð, fyri at náa ferjuna.
Tað síggja vit ikki longur, og hasardkoyringin móti Oyrargjógv er nú burtur, vísti Jan Poulsen á. Jan Fossaberg var samdur við starvsfelaga sínum og segði, at fyrr tóku fólk nærmast "høvdið undir armin" í skundinum fyri at náa Sam ella Ternuna.

Hetta er óneyðugt nú, og í dag hava vit eina glíðandi ferðslu. Tað hevur eisini tann fyrimun, at vit í dag sleppa undan teimum sera vandafullu yvirhálingunum, sum stóðust av longu bilrøðunum í sambandi við ferjurnar, segði hann.

Jákup Suni Lauritsen, umboð fyri Felagskommununa í Vágum, var samdur við løgreglumonnunum í at ferðslan gongur bæði betur og tryggari í dag enn fyrr.