Tryggari Apple-konti

Apple hevur boygt seg fyri trýsti, og nú verður truplari hjá børnum at keypa á app-store

 

 

Samstundis sum iPhone, iPad og aðrar Apple-vørur hava vunnið seg í at kalla hvørt húsarhald, eru trupulleikar við keypi á App-store øktir. Í hópatals førum hevur Apple verið noytt at gjalda pening aftur til foreldur, tá børnini – uttan samtykt frá foreldrunum – hava keypt ymisk spøl og ymsar app’ir á nethandlinum, og nú verður skipanin broytt.

 

Politiken skrivar, at í iOS 7.1 stýriskipanini verður eitt nýtt pop-up vindeyga at síggja. Hetta kemur fram, tá keypt verður í App-store. Her fær brúkarin at vita, at kontan er opin næstu 15 minuttirnar. Eisini fær brúkarin her at vita, hvussu hesir 15 minuttirnir kunnu styttast, um brúkarin hevur kravda loyniorðið.

 

Europisku brúkaraumboðini hava gjørt av at samstarva í eini roynd at fáa stóru KT-risarnar at gera tað truplari hjá børnum at keypa gjøgnum App-store og Market-place.