Samráðingar eru í løtuni um ein nýggjan sáttmála sum skal tryggja, at tilbúgvingin verður fult dagførd við tveimum serútgjørdum trylum. Nógv hevur verið tosað um tilbúgvingina seinastu tíðina, og atfinningar hava verið førdar fram móti einari ikki altíð nøktandi tilbúgving.
Hetta er eitt mál, sum liggur undir Fiskimálaráðnum, og Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, kom eisini inn á hetta evni undir framløgu síni á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi í dag.
- Tá sáttmálin um tilbúgving varð gjørdur fyri nøkrum árum síðani var støðan hon, at hesin sáttmálin tryggjaði eina heilt munandi betri tiklbúgving, enn framman undan. Hinvegin hevur tøkniliga framgongdin seinastu árini verið so stór, at sáttmálin í dag ikki er nøktandi, segði Jacob Vestergaard.
Hann segði, at samráðingar í l´tuni eru í gongd um at gera nýggjan sáttmála um tilbúgving, sum verður munandi betri og munandi meiri nøktandi, enn verandi sáttmáli.
- Samráðingarnar ganga út frá, at vit hava tvær serútgjørdar tyrlur knýttar at tilbúgvingini, so vit ongantíð standa í einari støðu, at onnur tyrlan er til umvælingar, og hin hevur ikki neyðugu útgerðina, segði Jacob Vestergaard.
Hann vísti eisini á, at Noregi og Ísland eru í einari tilgongd at skipa eina felags tilbúgving við serútgjørdum tyrlum, sum kunnu nøkta tann tørv, ið kann uppstanda í økinum hjá hesum báðum londunum.
- Enn er ikki støða tikin til, um vit hava møguleika ella høvi at koma upp í hetta samstarvið, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum á landsfundi Fólkafloksins fyrr í dag.