Føroya Banki bjóðaði fyri tveimum árum síðan øllum at gera trygga íløgu í lánsbræv, sum fylgdi gongdini hjá kinesiska, russiska og turkiska gjaldoyranum Nú er íløgutíðarskeiðið av, og kursvinningurin hjá íleggjarunum gjørdist 21,60 prosent.
Íløguproduktið PLUS 3 Valuta 2008 var ein sonevnd trygg íløga, har íleggjararnir høvdu vissu fyri, at allur tann ílagdi peningurin fekst aftur, um so gjaldoyruni viknaðu í íløgutíðarskeiðnum frá 9. oktober 2006 til 9. oktober 2008.
Tey trý gjaldoyruni styrktust í íløgutíðarskeiðnum, og tí fáa íleggjararnir ikki bara innskotna peningin aftur, men eisini gott avkast.
Byrjunarkursurin var 103, og endakursurin gjørdist 124,60. Avkastið tey tvey árini verður tí 21,60 prosent, tvs. meira ein 10 prosent í árligari rentu.
Innskot og vunnin renta verða flutt á konto hjá íleggjarunum 9. oktober 2008.
Kelda: www.foroyabanki.fo










