Trygg framførsla

Tá Dejavu kemur á pall, veit ein so nøkulunda hvat ein kann vænta, og so var eisini leygarkvøldið á Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum.

Byrjanin var eisini droymandi. Líggjas við berum yvirkroppi og Flóvin í skipstroyggju. Kanska eisini umboðandi fyri stóru víddina í tónleikinum. Hóast Dejavu hava egnan stíl og sound, so spenna teir víða. Bólkurin borgaði fyri tryggari framførslu og gestasangarinnan Ása hóskaði væl inn í myndina.

 

Góður bólkur, góð løg. Og Benjamin á guitara, har hann kryddaði framførsluna, umframt at spæla solo til UG, gjørdi alt bara nógv betri.

 

Ein væl samansjóvaður bólkur, ið stendur tryggur, og sum enn flytir seg, hóast bólkurin langt síðani hevur funnið seg sjálvan og sín stíl.