Trygdin í vanda í Hoydølum

Við studentaskúlan í Hoydølum er so smalt og trongt hjá bilum, at tað er ikki trygt.

Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna.

Óteljandi ferðir eru parkeringsviðurskifini við studentaskúlan tikin upp til viðgerðar í Løgtinginum og nú tekur tingkvinnan fyri Sjálvstýrisflokkin tey fram einaferð afturat.

Hon vísir á, at hóast nýggjur skúladepil verður bygdur í Marknagili, skal skúlin í Høydølum verða í nýtslu í trý ár afturat.

Og nú vil hon hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við parkeringsviðurskiftini hesi trý árini.

Hon vísir eisini á, at arbeitt hevur verið við eini loysn í langa tíð, men nú sóknast hon eftir, hvat verður av henni

Kristianna Winther Poulsen staðfestir, at tá ið skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina, verða 950 fólk, sum hava sína dagligu gongd í Studentaskúlanum í Hoydølum.

- Men har eru bara 50 parkeringspláss og hvørki fyri dagliga virksemið, ella fyri trygdina, er tað langt frá nøktandi, staðfestir hon,

- Tað er sera torført, og tað tekur langa tí,ð at koma til og frá skúlanum, og ikki minst er ger tann myrka tíðin stóran part av árinum, umstøðurnar ótryggar.

- Landsstýrismaðurin í mentamálum eigur beinanvegin at taka stig til, at parkeringsviðurskiftini næstu trý árini verða trygg og høgligari fyri bæði næmingar og starvsfólk, sigur Kristianna Winther Poulsen.