Trygdin umborð á skipunum hjá Strandferðsluni nógv batnað

Søfartsstyrelsen hevur gjørt fleiri ófráboðað eftirlit umborð á Strandfaraskipum. Úrslitið var heilt gott

Strandfaraskip Landsins fær gott skoðsmál frá Søfartsstyrelsen í sambandi við trygdareftirlitið í ár.

Hetta vísir úrslitið av teimum royndum, sum Sjóferðslustýrið hevur gjørt umborð á fleiri strandfaraskipum í ár.

Strandferðslan er undir altjóða reglunum um tryggan skiparakstur og um at fyribyrgja dálking

Tað er altjóða felagsskapurin IMO, sum er undir ST, ið hevur gjørt reglurnar og síðan eru tað tey einstøku londini, sum hava ábyrgdina av at seta tær í verk. Strandferðslan fekk endaligu trygdargóðkenningina í 1996.

? Sjálvt um reglur eru um, hvussu trygdararbeiðið skal leggjast til rættis, so er eisini neyðugt við góðum sjómansskapi, sum ikki beinleiðis kann niðurskrivast. ? Dygdin í hesum partinum av trygdararbeiðnum er treytaður av førleikanum hjá tí einastaka sjómanninum at virka á sjónum undir ymsum truplum umstøðum, sigur Strandferðslan.

Hvønn týdning hendan altjóða trygdargóðkenningin hevur, er Claymore eitt gott dømið um. ? Ein av høvuðsfortreytunum fyri, at leiga yvirhøvur kundi koma uppá tal, var, at Strandferðslan hevði altjóða trygdargóðkenning.

Ein partur av trygdargóðkenningini, er at Sjóferðslustýrið av og á ger ófráboðað eftirlit umborð á skipunum, meðan tey eru í sigling.

? Eftirlitið snýr seg her mest um, hvussu skipari og manning klára vandastøður. ? Eitt nú verður kannað, hvussu væl bjargingararbeiðið gongur, um onkur fer fyri borð. Tað er ein venjing, sum á fakmáli eitur MOB, (Man Over Board) Somuleiðis verða brandvenjingar gjørdar og kannað verður eftir, hvussu tað gongst at fáa fólk av skipinum í eini vandastøðu. ? Úrslitið av hesum royndum prógvaðu, at trygdarskipanirnar eru batnaðar fyri hvørt ár, sigur Strandferðslan

? Td. vístu eftirlitið umborð á Claymore, at hóast skipari og manning bara høvdu kent skipið í eina góða viku, fingu hesir næstan fult stigatal. Hjá Ternuni og Dúgvuni miseydnaðist tó fyrsta brandroyndin. Samanumtikið eru stigini hægri enn í fjør.

Leiðslan á Strandferðsluni og skiparar og manning hava seinastu árini lagt nógva orku í at trygdararbeiðið skal vera so gott sum gjørligt.

? Hetta má sigast at vera væl eydnað, tá hugt verður eftir frágreiðingunum frá Sjóferðslustýrinum, sigur Strandferðslan.

Hon leggur afturat, at hon er væl nøgd við úrslitið av trygdararbeiðnum og fer at leggja nógva orku í at halda støðið og at bøta enn meiri um tað, har tað krevst.

Annars var úrslitið av eftirlitinum hetta:

Claymore:MOB 9, BRAND 7, EVAKUERING 9

Tróndur:MOB 10, BRAND 9, EVAKUERING 6

Ternan:MOB 10, BRAND, 9 EVAKUERING 8

Dúgvan:MOB 7, BRAND 7, Evakuering 8

Ritan: MOB 9, Brand 8, Evakuering. Ongin roynd


Viðmerkjast kann, at stigatalvan gongur frá 0 til 10.nskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.

Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.


Stórar broytingar

Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.

Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.

Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.

Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.

? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.


Hugnalig samvera

Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.

? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.

Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!

Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.

Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.

Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking