– Trygdin skal vera í lagi

Tórshavnar kommuna: Ávaring í sambandi við vegarbeiði í rundkoyringini við Skúlan á Fløtum

– Frá 6. oktober arbeiða vit við at betra um trygdina við rundkoyringina við Skúlan á Fløtum, har sum lágdeildin er.

 

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

 

– Arbeiðið verður gjørt fyri at trygdin skal vera í lagi hjá bilførarum, súkklarum og hjá teimum, sum eru til gongu og koma við bussi, sigur kommunan.

 

Arbeiðið hevur hesar avmarkingar við sær:

 

  • Tað ber ikki til at koyra niðan í rundkoyringina at seta børn av við skúlan, meðan vit arbeiða
  • Vit heita á børnini, sum koma við bussinum ella ganga, um at fylgja tí bláu linjuni á kortinum niðanfyri og ikki ganga eftir tí reyðu gøtuni framvið Musikskúlan, sum er stongd meðan arbeiðið fer fram.