Trygdin á M/F Smyrli

Strandfaraskip Landsins
Regin Vágadal, rakstrarleiðari
?????????????????????????
Dimmalætting hevur seinastu útgávunum sátt iva um trygdina umborð á Smyrli eftir at skipið herfyri misti eitt róður. Hesar greinarnar eru ósakligar, av tí at tær byggja uppá skeivar upplýsingar, sum eftir øllum at døma eru tiknar úr leysari luft.
Trygdarkrøvini ferðamannskip eru sera strong, og klassi og skipaeftirlit hava eftirlit við at hesi krøv verða uppfylt á skipunum hjá SL. Leiðslan á SL tekur trygdina á skipunum í størsta álvara. Av tí at hesar greinar uttan iva loypa ótta á ferðafólk, kann SL ikki lata hesar greinar fara aftur við borðinum ósvaraðar.
Botnurin á Smyrli skal eftir altjóða reglum fyri ferðamannaskip sýnast á hvørjun ári. Smb. reglunum skal sýnið annahvørt ár gerast í dokkini, og annaðhvørt ár kann sýnið gerast undir vatni.
Skrokkurin á Smyrli bleiv klassaður tá skipið var í dokk í Frederikshavn í 2003, og í hesum sambandi bleiv munandi stálarbeiði gjørt á skrokkinum, og botnurin bleiv tjúgdarmátaður. Botnurin bleiv aftur sýnaður í dokkini á Skála í 2004, og aftur undir vatni í 2005. SL hevur sostatt fylgt galdandi reglum og krøvum viðv. botnsýni. Eisini vil SL vísa aftur pástandinum um, at botnurin á Smyrli er í ringum standi. Hesin pástandur er ikki í tráð við veruleikan.
Rætt er at eitt lítið hol einaferð bleiv staðfest í skrokkinum, av tí at ein møtrikkur hevði elvt til eina lokala tering í einum tanga. Hendan hending var í 2001, tvs langt áðrenn høvuðssýnið í 2003. Fyri ein ordans skuld skulu vit gera vart við, at hetta lítla holið ongantíð var ein hóttan móti trygdini á skipinum.
Akslarnir skulu sýnast fimta hvørt ár. Eftir reglunum skal hetta sýn gerast næstu fer í juni mánað í ár. Víðari siga reglurnar eisini, at hetta sýn kann útsetast/ framskundast upp til 3 mðr. - hetta fyri at reiðaríir kann planleggja dokkingar, avloysaraferjur o.s.fr. Tað er tí beinleiðis skeivt at siga at róðrið datt undan tí akslarnir ikki vóru sýnaðir til tíðina. (róðri datt av í mai) Vit skulu tó nevna at nýggi Smyril eftir ætlan kemur í oktober, og í tí sambandi hevur klassin loyvt, at sýnið verður gjørt í oktober, t.v.s. at SL hevur fingið loyvi at útseta hetta í 2 mðr, men hetta mál hevur einki við róðri at gera.
Eisini bleiv botnurin sýnaður 12. mai í ár, tá skipið var í dokkini á Skála í sambandi við róðri. Og klassin fann botnin at vera í fullum forsvarligum standi.