Trygdin hjá fólki, sum er til gongu í Havnini, er rættiliga vánalig. Tað heldur Bjørg Dam, sum er býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin.
Býráðið hevur sett sær fyri at menna Bussleiðina munandi fyri at eggja fólki til at lata bilin standa. Men á býráðsfundi hetta kvøldið, málið varð umrøtt, staðfesti Bjørg Dam, at tað má so eisini bera í sær, at nógv fleiri fólk fara at vera at síggja til gongu í havnargøtum og tí má trygdin hjá gongufólki eisini verða í hásæti.
Men trygdin er ikki í lagi, tvørtur ímóti, heldur hon. Hon sigur, at hon hevur eisini spurt seg fyri hjá myndugleikunum, men har er hugburðurin, at vit skulu fara burtur frá skipanini, vit nú hava við gonguteigum, har fólk skulu fara tvørtur um vegin. Teir meta nevniliga, at gonguteigar eru ein følsk trygd, tí fólk stíga bara út á vegin har tað eru gonguteigar, uttan at hyggja seg fyri.
– Eg eri púra ósamd í hesum, tí gonguteigar skapa trygd, sigur Bjørg Dam. Men hon leggur afturat, at so mugu øll viðurskifti við gonguteigin eisini verða eftir forskriftunum. Og tað er her, hon heldur, at Tórshavnar Býráð hevur sovið í tímanum í nógv harrans ár.
Í hesum sambandi vísir hon á, at gonguteigarnir eru enn teir somu, sum teir vóru fyri 50 árum síðani. Teir flestu gonguteigarnir í Havn síggja enn út sum gonguteigurin á húsanum á The Beatles plátuni, Abbey Road, sum kom út í 1969, sigur Bjørg Dam. Har eru bara nakrar hvítar strikur málaðar á vegin – og gonguteigarnir í Havn síggja framvegis soleiðis út.
Hinvegin vísir hon á, at í Onglandi eru gonguteigarnir munandi broyttir nógvastaðni. Merkingin er broytt og asfaltið er øðrvísi, so tá ið bilførarar koma koyrandi, verða teir mintir á, at nú er ein gonguteigur fyri framman.
Og hon heldur, at Býráðið í Havn eigur at taka hetta arbeiðið upp, samstundis sum at Bussleiðin verður ment. Tí harmar tað hana, at myndugleikarnir mæla til tað øvugta, nevniliga at taka allar gonguteigar burtur, og at leggja ábyrgdina á hvønn einstakan um at ansa betri eftir, og so passar sær løgir at fara yvir um vegin.
Men Bjørg Dam heldur, at tað verður eitt bakkkast, og at ein avleiðing av tí verður, at so fara fólk, sum eru illa gongd, og børn, slett ikki at hætta sær yvir um vegin yvirhøvur.