Sjey av hesum tunlum, harav tríggir í Norra og tríggir í Italia, eru vurderaðir sum sera vánaligir hvat trygd viðvíkur. Næstan triði hvør tunnil er ikki nóg tryggur at koyra í hvat viðvíkur t.d. ljósviðurskiftum, rýmingarvegum og ferðslueftirliti.
Einans 10 tunlar fingu heilt góðan karakter. Besta karakterin fekk tann 1,3 km langi tunnilin “Pont Pla” í høvuðsstaðnum í Andorra.
Ongin danskur tunnil var við í kanningini hjá ADAC.
Kelda: FDM