Trygdin er í lagi

Tá landsliðið er uttanlands og ferðast, er tað ein sjálvfylgja, at løgreglan fylgir við, har teir eru. Tað er tó sjáldan vaktarhaldið er so alvápnað, sum tað er her í Ísrael. Politiska støðan í Ísrael ger, at løgreglumenninir her eru betri vápnaðir, enn vit vanliga síggja teir, og tað sá ikki sørt ógvusligt út, tá menn av slagnum sum omanfyri ansaðu eftir, at alt gekk rætt fyri seg viðvíkjandi trygdini.
Tað skal tó leggjast afturat, at landsliðshópurin á ongan hátt hevur merkt nakað til ófrið av nøkrum slag á ferðini.