Trygdin er ikki í vanda

Trygdin á Hovsvegnum er ílagi.

Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, eftir a Hergeir Nielsen hevur spurt hana um hetta vegastrekkið. Løgtingsmaðurin fýlist á, at vegurin ikki er asfalteraður, men er ?lappaður saman við nítifimm, 95, lepum, sum eru lagdir niður í vegin upp á longs, upp á tvørs, hendanvegin og handanvegin?, sum hann sjálvur tekur til.

Annika Olsen heldur ikki, at vandi er fyri trygdina, at vegurin ikki er asfalteraður av nýggjum.

Ein møguleiki er at seta ferðina niður við skeltum, men Landsverk hevur ikki mett, at tað er neyðugt í hesum føri.

Kortini heldur hon, at hetta vegastrekkið skal raðfestast frammaliga og hon vónar, at tað verður asfalterað næsta ár.

Vegurin er ikki asfalteraður síðani 1987 og tað hevur sett síni spor, tí hann er illa slitin.

Men tey hava ikki havt játtan til at asfaltera hann av nýggjum og tí er hann bara bøttur.

Tilsamans hava ábøturnar kostað 354.000 krónur. At asfaltera vegin er mett at kosta 1,9 millión.