Í morgun hevur verið skipað fyri eini trygdarvenjing á Norrønu. Venjingin er nú av. Venjingin varð fyriskipað av Smyril Line og MRCC støðini saman við øðrum stovnum. Í sjálvari venjingini var nógv virksemi kring Norrønu í Nólsoyarfirði fyrrapartin í dag. Millum annað hava tyrlur, Brimil, Hvidbjørnen og bjargingarbáturin Lív luttikið.
Í venjingini var eldur á dekkunum 5 og 6, og arbeitt varð við at sløkkja eldin, samstundis sum ferðafólk varð flutt av skipinum. Roykkavarar vórðu fluttir umborð á Norrønu av Brimli, Hvidbjørnen og Tórshavnar Slókkiliði.
Endamálið við venjingini er at tryggja,
At mannagongdir, bæði á sjónum og á landi, í sambandi við kreppustøðu á Norrønu, virka sum ætlað.
At trygdarútgerð virkar eftir ætlan.
At allar manningar fáa venjing í eldsløkking.
At Emergency toymið á Smyril Line fær venjing
At allir partar gera eftirmetingar av venjingini at betra um mannagongdirnar á sjónum og á landi.