Norska trygdartænastan PST sigur nú, at hon hevði fingið upplýsingar um Anders Behring Breivik, sum nú er varðhaldsfongslaður og ákærdur fyri bumbuspreingingina í Oslo og hópdrápið á Utøya seinasta fríggjadag.
Trygdartænastan sigur við kringvarpið NRK, at Breivik stóð á einum lista við nøvnum á norðmonnum, sum hava keypt vørur frá einum polskum handli, sum selir ymisk kemisk evni. Tað gjørdi, at trygdartænastan kannaði viðurskifti hansara, men kanningin avdúkaði einki óvanligt, sigur NRK.
-Vit fáa nógvar upplýsingar um nógv fólk. Vit kannaðu, um vit høvdu skrásett nakað um persónarnar á listanum, men vit høvdu einki um viðkomandi, sigur talskvinnan hjá PST til norska kringvarpið.









